Í dagliga arbeiðinum leggja vit serligan dent á góða ráðgeving og tíðarhóskandi, tryggar og brúkaravinarligar KT-loysnir. Vit vilja vera kend fyri, at dagliga arbeiðið fyri kundarnar altíð er væl úr hondum greitt.
Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni í Føroyum. Vit menna og veita loysnir, bæði innanlands og uttanlands, ið skapa meirvirði fyri kundan umvegis størri inntøkur og/ella færri útreiðslur.
Aðalmálini hjá Føroya Tele nú, og tá felagið varð stovnað, eru lík, men tó so ymisk. Vit knýta føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slagi í Føroyum.
Vit seta altíð kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi, og vit menna innanhýsis førleikar til at skapa einfaldar loysnir til frama fyri kundanum.
Klintra er ein nýggj KT-fyritøka, men fólkið er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Málið hjá Klintra er at vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar.
Knassar er føroysk KT fyritøka, sum mennir skipanir og tænastur til internetið. Fyritøkan eigur og rekur millum annað Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar
Vit hava røtur heilt aftur til 1949, men í dag er Nema ein nýmótans fyritøka, sum bindur saman fólk og fyritøkur við fjarskifti, KT-loysnum og útgerð.
Vit røkja umleið 25% av føroyska fjarskiftismarknaðinum og veita telefoni, internet og heildarloysnir til vinnu, stovnar og einstaklingar. Harafturat eru vit millum størstu veitarar av KT-útgerð í landinum.
Við á leið 70 starvsfólkum í Tórshavn og Klaksvík arbeiða vit hvønn dag fyri at tryggja kundum okkara bestu tænastu og nýggjastu tøknina. Frá fyrstu telduni í Føroyum til dagin í dag hava vit gingið á odda – og tað ætla vit at halda áfram við.
Vilt tú vita, hvat telefonnummarið hjá hinari nýggju matstovuni er? Hvussu tú kemur á staðið? Hvar bussurin hjá tær koyrir beint nú? Sona hevur svarið. Við Sona fært tú allar upplýsingarnar, tær tørvar, á einum stað.
Stýr er ein ráðgevarafyritøka við servitan um KT og fíggjarstýring. Kjarnan í virkseminum hjá Stýr er KT-skipanir frá Microsoft, serliga Business Central og Power Platform.
Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni. Vit arbeiða við at menna talgildar loysnir til allar føroyingar. Vit reka Samleikan, Vangan, Minboks og Heldina.