Vit hava røtur heilt aftur til 1949, men í dag er Nema ein nýmótans fyritøka, sum bindur saman fólk og fyritøkur við fjarskifti, KT-loysnum og útgerð. Vit røkja umleið 25% av føroyska fjarskiftismarknaðinum og veita telefoni, internet og heildarloysnir til vinnu, stovnar og einstaklingar. Harafturat eru vit millum størstu veitarar av KT-útgerð í landinum. Við á leið 70 starvsfólkum í Tórshavn og Klaksvík arbeiða vit hvønn dag fyri at tryggja kundum okkara bestu tænastu og nýggjastu tøknina. Frá fyrstu telduni í Føroyum til dagin í dag hava vit gingið á odda – og tað ætla vit at halda áfram við.
Tórshavn
Klaksvík