Dekostovan er Føroya royndasta og best útgjørda skelta- og dekoverkstova. Antin tað er eitt navn til bátin ella skelting til ein heilan flogvøll, so er okkara svar altíð: onki problem.
Grafia er eitt nútímans reklamuvirki við umfatandi førleikum innan grafiska sniðgeving
bæði til prent, print, foliu, skelting, heimasíður og talgildar miðlar.
Vit loysa uppgávur, stórar sum smáar og leggja stóran dent á at veita dygndarloysnir.
Set teg í samband við okkum og fá eitt óbindandi tilboð
Sendistovan skapar meirvirði gjøgnum design. Gott design gevur hægri kiloprís, skapar størri kundaloyalitet, ger samskifti effektivari og gevur brúkaranum størri sjálvsálit. Gott design kann vera avgerandi munurin, hvørt ein vøra verður keypt ella ikki. Antin tað er brand-, produkt-, interaktións- ella atferðardesign, so er tað altíð við tí fyri eyga at gera okkurt betri, enn tað var frammanundan. Design er í øllum, so hví ikki gera tað ordiligt?