Í meira enn 25 ár hevur Elding Business veitt professionellar loysnir til vinnukundar í Føroyum. Vit eru kend fyri kappingarførar prísir, sniðgivnar loysnir, sum verða teknaðar av teimum bestu, veiting av vørum til tíðina og fólkum, sum persónliga fylgja verkætlanini. Hetta hevur givið okkum nógvar væl nøgdar kundar og stóran vøkstur innan vinnusølu.
Vit eru ein heildarveitari í suðuroy. Hjá okkum fært tú millum annað, arbeiðsklæðir, hydraulikslangur, smyrjiolja, bátaútgerð, battaríð, sápur, pappír, fóður og mangt annað.
Sum heilsøla fevna vit um eitt breitt og spennandi úrval av vørum til føroyska marknaðin. Vit eru serkøn innan drekkivørur, søtmeti, kakur og keks. Eitt livandi vøruúrval saman við best møguligu tænstuni eru kjarnin í okkara virksemi
P/F Poul Hansen leggur dent á at hava eitt stórt og fjølbroytt vøruúrval, álítandi vøruútflyggjan og dugnalig starvsfólk. Harumframt verður nógv gjørt við at hava eyguni eftir øllum vørum, so góðskueftirlitið altíð er tryggjað.
P/F Poul Michelsen heldur til á Hoyvíksvegi 74 í Havn. Umleið 75 fólk starvast her við tí endamál at vera virkin á føroyska matvørumarknaðinum, og soleiðis tryggja kapping, góðsku og fjølbroytni.\n\nYnskir tú at bíleggja, ber til at senda teldupost til ordrar@pm.fo ella ringja á tlf. 354650
Hegns- & Náttúrubúðin hevur alt innan hegning til landbúnað og vinnu. Veitslu- & Køksbúðin hevur alt til veitsluna, umhvørvisbetri einnýtisbúnað, búnýti, køksamboð og stórkøkar.