Havsbrún er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður. Tað mesta av framleiðsluni verður nýtt til egna framleiðslu av fóðuri, men nakað verður tó útflutt.
Á Pelagos leggja vit okkum eftir at framleiða hágóðsku uppsjóvarfisk úr Norðuratlantshavi. Virkið er sera framkomið, og leggur dent á at handfara fiskin rætt og varliga og undir neyvum eftirliti fyri at varðveita góðskuna gjøgnum alla framleiðsluna. Vørurnar frá Pelagos verða seldar um allan heim.