Safari Transport var stovna í 1995. Tað ger okkum til ein av teimum fyrstu til at bjóða flutningstænastur í Føroyum. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at kundin fær tí røttu flutningsloysnina til tíðina. Vit taka okkum av øllum uppgávum. Skundflutningur, flogfrakt, sjófrakt, frystar vørur ella livandi djór. Hjá Safari Transport vera tíni krøv sum kundi altíð tikin í álvara.
Samskip er eitt av stóru flutningsfeløgunum í Evropa við skrivstovum í 24 londum. Samskip hevur vikuligar komur og fráferðir úr og til Ísland, Bretland, evropeiska fastlandið og Skandinavia.
Smyril Line Cargo er einasta skipafelag í Norðuratlantshavinum, sum kann bjóða vøru- og farmaflutning við Ro/Ro-tænastuskipanini. Smyril Line Cargo bjóðar heimsumfatandi flutningsavgreiðslu til og úr Norðuratlantshavinum á einum høgum tænastustøði og við kappingarførum prísum. Okkara tænastur eru víttfevnandi og umfata vøruflutning av serligum slagi, kølifarm, hurð-til-hurð-avgreiðslu, vørusamskipan sjóvegis og havnaumboðsstovur. Smyril Line Cargo hevur seks skip í flotanum. Tey eru: Norrøna, Mykines, Akranes, Hvítanes, Eystnes og Mistral. Okkara farmaskip leggja hvørja viku at í havnum í Íslandi, Føroyum, Danmark, Noregi, Skotlandi, Ruslandi og Hollandi.