Flora er staðið, sum øll áhugað í dygd og nýmótans bústaðarinnrætting nýta til íblástur og keyp av bestu gávulutum, blómum og møblum til eitt stílreint heim.
Vit hava breitt vøruúrval í Blómuhandlinum Orkis. Blómutyssi, plantur, samanplantningar, gávukurvar, pottar, uttandura plantur, krukkur, ymiskt gott til góman, Peter Larsen kaffi, Gómagott, konfekt o.a. Prýði til ymisk høvi t.d. jarðarferð, brúdleyp, konfirmatión veitslur o.a. Til ber eisini at leiga stakar, vasar, uppsatsar, o.a. Vit vegleiða fegin og koyra kring alt landið.
Árstíðirnar er elsti blómuhandil í Havn við útvið 50 ára langari søgu. Vit gera allar lívsins upplivingar og hátíðarhald tignarligari og vakrari, so sum veitslur, føðingardagar, barnadópar, konfirmatiónir, jarðarferðir.
Við okkara serliga dugnaligu starvsfólkum finna vit altíð fram til bestu og vakrastu loysnina fyri kundan. -
Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 09-17. Leygardag 11-15. (Er ynskiligt at keypa vørur eftir afturlatingartíð, verður víst til Blómuhúsið á Heykavegnum á Hálsi, har gjørligt er at keypa bukettir, samanplantingar og gávulutir hvønn dag eftir afturlatingartíð og fram til 23 á kvøldi).
Blómuhúsið er ein modernaður blómuhandil, ið veitir blómutænastur til øll endamál. Veitslur, føðingardagar, barnadópar, konfirmatiónir, jarðarferðir, o.s.fr. Legg til merkis, at gjørligt er at keypa vørur so sum bukettir, samanplantingar og gávulutir í handlinum hvønn dag eftir afturlatingartíð og fram til 23 á kvøldi.